Sunda Kommuna
Útgivið
6. oktober 2026
Útgongur
19. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Dámar tær at gera mun í lívinum hjá børnum? Trýrt tú upp á spæl, nærveru og menning? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.
Vit leita eftir tveimum eldhugaðum námsfrøðingum, sum hava hug at vera partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, har trivnaður, faklig menning og gott samstarv eru í miðdeplinum.

Um starvið
Annað starvið er á barnagarðsstovu, meðan hitt starvið er í Frítíðarskúlanum við Margair. Bæði størvini
eru 30 tímar. Størvini vera sett frá 1. Novembur 2026 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Sum námsfrøðingur hjá okkum verður tú ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá børnunum. Tú
skapar tryggleika, mennandi læringsumhvørvið og gevur børnunum bestu fortreytir fyri at vaksa, læra og
trívast.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið