Vørn MRCC
Útgivið
6. oktober 2026
Útgongur
20. oktober 2026
Staður
Postsmoga 1238, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært
T-post
vorn@vorn.fo

Lýsing

Eitt starv sum Yvirstýrimaður við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin fyriskipar.
  • Kunnleika til lógarverkið, ið Vørn arbeiðir eftir, s.s. fiskivinnulóggávuna o.a. viðkomandi reglum.
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum.
  • Útføra tær arbeiðsuppgávur sum eru sambært ISM-manualinum.
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

  • Skipsføraraútbúgving.
  • Vinnubræv sum stýrimaður við handilsskipum á 1. stigi(STCW-regl. II/2 as Chief Mate).
  • Heilsuváttan fyri sjómenn.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.
  • Hollar royndir innan fiskiveiðieftirlit er ein fyrimunur, men tó ikki eitt krav.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • Øll viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.
  • Aldur og heilsu til at gerðast kavari. Fyrimunir men ikki krav.

Setanartreytir:

Starvið er tænastumannastarv og lønt í 32 og 33. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelaginum. Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og fiskimálaráðið og deildum/stovnum undir tí, umframt hini stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna.

Starvsheiti er Yvirstýrimaður. Tænastustaðurin í løtuni er á Vørn.

Tann ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at øki verður umskipað, til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 20. okt 2026 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið