Tórshavnar kommuna
Útgivið
7. oktober 2026
Útgongur
26. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Brennur tú fyri vøggustovu- og barnagarðsvirksemi? Torir tú at ganga undan, skapa karmar og virka fyri trivnaði, menning og samstarv? Ert tú fyrikomandi og hevur áræðið?

Vit leita eftir einum leiðara, ið er sjónligur og viðurkennandi, sum megnar at fremja gott samstarv og styrkja felagsskapin. Einum leiðara, sum dugir at síggja tað stóra í tí smáa og tað smáa í tí stóra.

Býlingshúsið undir Brúnni hýsir børnum í aldrinum 0 - 7 ár. Stovnurin er býttur upp í tvær eindir, har tvær vøggustovur húsast í erva og tvær barnagarðsstovur í neðra. Pláss eru fyri uml. 17 vøggustovu børnum og 32 barngarðsbørnum og í løtuni starvast 15 fólk á stovninum - námsfrøðingar, hjálparfólk, reingerðarfólk og leiðsla. Stovnurin liggur í friðarligum umhvørvi, í blindgøtu, við góðum útsýnið yvir allari havnini. Garðurin er stórur og fjølbroyttur við vallalendi og eini rennandi á, sum gevur barninum nógvar og góðar rørslu avbjóðingar í náttúru umhvørvinum. Her kunnu børnini undrast og hugsavna seg, hava tíð og frið til spæl. Skjótt og lætt er at ferðast víða – bæði til og frá. Stutt leið er út í fríu náttúruna s.s. Svartafoss, niðan móti Húsareyn og til bóndan á Vatnaskørðum. Busssamband er til allan býin.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið