Atlantic Airways
Útgivið
19. oktober 2026
Útgongur
15. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vágar  
Slag
Tíðaravmarkað starv
T-post
palma@atlantic.fo
Heimasíða

Lýsing

Flogternur og -tænarar til Atlantic Airways

Vit leita eftir eldhugaðum flogternum og -tænarum til fríyrkisstørv í 2027. Sum fríyrkis flogterna/tænari hjá okkum sleppur tú at royna teg í avbjóðandi starvi saman við dugnaligum starvsfeløgum í framtakshugaðari fyritøku.

Sum partur av okkara cabin crew ert tú andlitið hjá Atlantic Airways úteftir. Tú bjóðar teimum ferðandi vælkomnum umborð og syrgir fyri, at teirra ferð er trygg, stundislig og ómakaleys. Saman við toyminum umborð setir tú okkara viðskiftafólk í miðdepilin og vísir teimum, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við fyrstafloks tænastu.

Krøv
Fyri at søkja starvið skalt tú:

  • kunna verða heilsugóðkend/ur at fáa flúgviloyvi. Tað merkir, at tú hevur góða heilsu – bæði krops- og sálarliga
  • hava vanliga sjón (m.a. vanliga litsjón), umframt vanliga hoyrn
  • megna at svimja 200 metrar
  • vera í minsta lagi 20 ár
  • duga at samskifta á føroyskum, enskum og í minsta lagi á einum norðurlendskum máli
  • ongar sjónligar tattoveringar hava
  • kunna møta á flogvøllinum innan 90 minuttir
  • fylgja klædnapolitikkinum hjá Atlantic Airways

Um teg
Vit leita eftir tær, sum:

  • hevur miðnámsskúlaútbúgving og/ella royndir í tænastuvinnuni
  • tekur ábyrgd og ert ein viðleikari, sum hugsar í loysnum
  • dugir væl at leggja arbeiðið til rættis, ert skipað/ur og hevur yvirlit
  • ert fleksibul, tá ið tað er neyðugt og megnar at arbeiða undir trýsti
  • ert sjálvstøðug/ur, men trívist væl í tøttum samstarvi við onnur
  • hevur nógva orku og brennir fyri góðari tænastu
  • dugir og ert tilvitað/-ur um at gera ferðina hjá okkara viðskiftafólki so trygga, stundvísa og smidliga sum gjørligt

Vit bjóða
Eitt spennandi og mennandi starv, har eingin dagur er eins, og har tú verður ein týðandi partur av ferðini hjá okkara kundum. Harumframt fert tú at starvast á eini deild, sum raðfestir eitt gott og gevandi arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða sum eitt toymi og í felag standa fyri trygdini hjá øllum okkara ferðandi, samstundis sum vit veita eina framúr góða tænastu.

Setan
Setanin er tíðaravmarkað frá 1. mai 2027 til 31. oktober 2027.

Setanarsamrøður verða í viku 50 og 51. Áðrenn tú byrjar, skalt tú á skeið, sum verður í viku 8, 9, 10 og 11. Vika 8 í Føroyum og vika 9-11 í Keypmannahavn.

Ferð, uppihald og dagpeningur til mat verður latið teir dagarnar, tú luttekur á skeiðinum. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíð og -staður
Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinustarvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð eftir nærri avtalu. Starvið er við støð í Føroyum. Løn og dagpeningur sambært galdandi sáttmála. Vit vænta, at tú kanst arbeiða skiftandi arbeiðstíðir.

Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starvið, trýstir her.

Umsóknarfreistin er tann 15. november 2026. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Neyðugt er at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv). Rúsevnisroynd verður tikin hjá øllum útvaldum umsøkjarum, soleiðis at umsøkjarin kann verða góðkendur til neyðugu skeiðini.

Tað er eitt krav at fáa góðkent heilsuprógv fyri at byrja á skeiði. Heilsukanningin verður í Føroyum 15.-17. januar 2027. Eisini er tað eitt krav at klára royndirnar á skeiðunum fyri at kunna verða sett/ur í starv.

Vilt tú vita meira?
So kanst tú seta teg í samband við Palmu Kajsdóttir, kabinuovasta, tel. 220 132 og teldupostur: palma@atlantic.fo ella Báru S. Guttesen, HR-umsitara, tel. 514 950 og teldupostur: baras@atlantic.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið