Lýsing
Vit sóknast eftir tekniskum teknara til verkfrøðideildina hjá Sev.
Starvið
Tú kemur at starvast á teknistovuni, ið er ein partur av verkfrøðideildini.
Verkfrøðideildin tekur sær av at stýra stórum parti av verkætlanunum hjá Sev. Talan er um alt slag av verkætlanum, bæði fyri netpartin, framleiðsluna og fyrisitingina.
Deildin er ein týðandi partur av nýskapandi arbeiðnum at framtíðartryggja eina sterka og støðuga føroyska elskipan. Saman við deildarstjórunum fyri net og framleiðslu leggur deildin allar útbyggingar av elframleiðsluni og elskipanini til rættis. Eisini tekur deildin sær av OT-netinum og flest øllum OT-skipanum, umframt umsiting av fjarstýringini av framleiðsluni og netinum, bæði viðvíkjandi nýgerð og rakstri.
Á verkfrøðideildini starvast í løtuni 11 starvsfólk, sum m.a. verkfrøðingar, byggifrøðingar og elinnleggjarar. Tvey starvsfólk starvast á teknistovuni.
Títt arbeiðsøki verður at tekna og prosjektera netútbyggingar, t.e. kaðalleggingar, grevstur, trafostøðir og annað. Teknistovan hevur til uppgávu at fylgja uppgávunum, hava eftirlit og at góðskutryggja tær. Aðrar uppgávur á teknistovuni eru myndugleikasamskifti og loyvisumsóknir.
Tú fært ein týðandi leiklut í framtíðar útbyggingum á elnetinum í Føroyum.
Tú
Vit vænta, at tú ert útbúgvin tekniskur teknari ella líknandi, og at tú hevur royndir við prosjektering, umframt royndir ella vitan um GIS og at arbeiða í GIS-skipanum.
Væntað verður eisini, at tú:
- dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
- dámar og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar uppgávur og skipanir
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- arbeiðir skipað og hevur eyga fyri smálutum
Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Alt landið er arbeiðstaður tín, og tí verður talan um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum. Arbeitt verður tó út frá skrivstovuni á Landavegnum í Tórshavn.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Høvuðsstarvsstaðurin er á skrivstovuni á Landavegnum í Havn, og tú vísir til deildarleiðaran á verkfrøðideildini. Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Jákupi F. Olsen, deildarleiðara á verkfrøðideildini, á telefon 221464 ella telduposti jo@sev.fo. Umsóknarfreistin er 19. november 2026. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Tekniskur teknari verkfrøðideildin.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.