Lýsing
Eitt adjunkt- ella lektarastarv í føroyskum máli á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Starvið verður sett frá 15. desember 2026 ella eftir avtalu.
Um starvið
Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum. Málgranskarar á deildini býta undirvísing og gransking ímillum sín, men samstarva eisini tvørtur um granskingarøki og taka lut í málfrøðiligum verkætlanum saman við innan- og uttanhýsis starvsfeløgum. Ætlanin við hesum starvinum er at menna søguligu málfrøðina, undir hesum norrønt. Til ber eisini at menna onnur viðkomandi granskingarøki og evni til undirvísing. Eftir avtalu er røkt og skipan av staðarnavnasavninum partur av starvinum.
Starvið fevnir um undirvísing á BA- og MA-stigi. Til undirvísingina hoyra fyrisitingarligar uppgávur, og roknað verður við, at tann, sum verður sett/ur, tekur lut í menningini av bæði undirvísing og gransking á Føroyamálsdeildini.
Sí lýsing her