Vørn MRCC
Útgivið
9. oktober 2026
Útgongur
30. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
journal@vorn.fo
Heimasíða
Bústaður
Postsmoga 1238, 110 Tórshavn, Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir einum vaktgangandi starvsfólki til MRCC/ Tórshavn Radio

Starvið umfatar m.a. hesar uppgávur

  • Ábyrgd av vaktini á MRCC
  • Móttaka fráboðanir, taka støðu til og samskipa hjálpar- og bjargingaraðtøkum í føroyskum sjóøki
  • Ábyrgd av vaktini á Tórshavn Radio
  • Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. Navtex, siglingarávaringar, veðurtænasta og ymiskt í sambandi við tilbúgvingina
  • Tilkallivakt

Førleikakrøv

  • Skipsførara útbúgving ella aðra viðkomandi nautiska útbúgving
  • Hollan kunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt mál
  • Góðan kunnleika til teldur

Persónligir eginleikar
Kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at samskifta.
Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlondum.

Fyrimunir

  • Royndir frá sigling í Norður Atlantshavi
  • Royndir frá altjóða arbeiðsumhvørvi
  • Leiðsluroyndir
  • GMDSS prógv

Setanartreytir
Starvið er tænastumannalíknandi og er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið.
Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og fiskimálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á Sjóbjargingarstøðini.

 

MRCC
MRCC bjóðar eitt spennandi starv, sum virkar undir altjóða reglum hjá IMO/ICAO og føroyskum lógarverki.

Viðkomandi, ið fær starvið, verður lærdur upp innan leiting og bjarging.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elias Zachariassen, deildarstjóra, MRCC Tórshavn tlf. 231300

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og ævilýsing skal verða Vørn í hendi innan mánadagin 26. oktober 2026, kl. 12:00.

Umsóknir kunnu sendast til VØRN, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn.

Verður umsóknin send sum teldupostur, skulu øll viðfest skjøl sendast sum PDF-fílar.
Teldupostur: journal@vorn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið