Lýsing
Hevur tú áhuga fyri almennari fíggjarstýring, gjøgnumskygni og góðum arbeiðsháttum? Vilt tú vera partur av einum fakliga sterkum og sjálvstøðugum toymi? So kann starvið sum grannskoðari hjá Landsgrannskoðanini vera júst nakað fyri teg.
Um starvið
Talan er um eitt fulltíðarstarv við byrjan 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu. Sum grannskoðari arbeiðir tú við at grannskoða inntøkur og útreiðslur landskassans. Arbeiðið er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt, og tú fært møguleika at arbeiða í einum umhvørvi, har faklig dygd og óheft arbeiði eru grundvirði.
Vit vænta, at tú:
- Hevur útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði, KT ella líknandi
- Dugir væl at skriva, serliga á føroyskum
- Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
- Hevur góð samstarvsevni
Royndir frá almennari ella privatari fyrisiting eru fyrimunur, men ikki ein treyt.
Vit bjóða:
- Eitt fakliga sterkt og professionelt arbeiðsumhvørvi
- Spennandi og samfelagsviðkomandi uppgávur
- Góðar arbeiðs- og menningarmøguleikar
Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða ásett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum o.ø. skal sendast við telduposti til: postur@lg.fo
Umsóknarfreistin er 29. november 2026, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Beintu Dam á tlf. 226301 ella við telduposti á: beinta@lg.fo
Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.