Lýsing
Vit leita eftir fyrikomandi og ágrýtnum sølulærlingi til okkara søludeild.
Ert tú álítandi, hevur eitt lætt sinni, hevur koyrikort til persónbil og fellur tað tær lætt at kundasamskifta, so eru vit áhugaði í at hoyra frá tær. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur lokið viðkomandi miðnámsútbúgving, men tað er ikki eitt krav.
Bilasølan er umboð fyri Volkswagen, Audi og Škoda í Føroyum.
Vilt tú hoyra meira um starvið og lærutíðina er tú vælkomin at ringja til Ásfinnur Sigvardsen, stjóra, á tlf. 239707.
Starvið verður sett skjótast til ber. Send okkum eina umsókn merkt “Lærlingur” til asi@bilasolan.fo
Allar umsóknir verða viðgjørar í trúnaði.