Mowi
Útgivið
11. november 2026
Útgongur
25. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært
T-post
starv.faroes@mowi.com
Heimasíða

Lýsing

Mowi søkir maskinfólk
Sum maskinfólk verður tú partur av tekniska toyminum, ið skal tryggja, at tøknin á støðini riggar, sum hon skal, og at fiskavælferðin hjá laksinum altíð er í hásæti.

Uppgávur
Tínar arbeiðsuppgávur fevna um at viðlíkahalda, umvæla, nýgera og at betra verandi útgerð á støðini, so sum luft-, oxygen- og UV-skipanir umframt annan útbúnað.

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur eitt jaligt lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum, og at tú hevur royndir við útgerðini, ið er nevnd omanfyri. Viðkomandi útbúgvingar eru: maskinistur, maskinmeistari, maskinsmiður, automekanikari ella líknandi við góðum royndum.

Starvið
Starvsstaðurin er á Hellunum, og vanliga arbeiðstíðin er frá 8.00-16.00. Tú verður tó partur av vaktarskipanini og mást tí kunna arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð eisini. Lønin verður ásett eftir avtalu.

Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Regin Arge, leiðara á støðini, á 791053.

Umsóknir skulu sendast til starv.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 25. november 2026.

—

Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.

Líknandi størv

Bilasølan søkir sølulærling   Faroe Islands nýtt
11. november 2026
11. november 2026
11. november 2026
Fíggjarleiðari til Glasir   Faroe Islands nýtt
11. november 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið