• Norðragøta, Faroe Islands
  • 17. juni 2021
  • eystur.fo

Felagins lýsing

Vælkomin til Eysturkommunu

Eysturkommuna bleiv stovnað tann 1. januar 2009, tá Gøtu- og Leirvíkar kommunur løgdu saman í eina kommunu. Fólkaatkvøða var um samanleggingina, og vóru Gøtufólk og Leirvíkingar samd um, at tíðin nú var búgvin til eina nýggja felagseind. Úrslitið er Eysturkommuna.

Heiðurin at vera borgarstjóri hesi fyrstu árini er fallin mær í lut. Tað hevur verið ein spennandi og lærurík tíð. Eg vóni, at vit hava klára at lagt lunnar undir tí kommunu, sum Gøtufólk og Leirvíkingar ynsktu sær við samanleggingini.

Aftaná fyrstu setu í nýggju kommununi, kunna vit við stoltleika ásanna, at Eysturkommuna megnar at fremja stórar og grundleggjandi broytingar, tá tørvur er á tí. Eysturkommuna er ikki ein kommuna, ið stendur í stað. Her búgva borgarar, sum hava hegni, dugnaskap og vilja at skapa sína egnu framtíð.

Framsøkin

Sum ein framsøkin kommuna, vilja vit taka kappingina upp við allar aðrar kommunur um tænastur til borgaran. Ikki bert í Føroyum, men eisini við útlandið. Vit hava í dag eina sera vælvirkandi barnaansing, har námsfrøðislig góðska er í hásætinum, boðin borgaranum fyri ein kappingarføran prís.

Eysturkommuna er tann fyrsta kommunan i landinum, sum hevur framt stórar bygnaðarbroytingar á fólkaskúlaøkinum. Fólkaskúlin er skipaður á tann hátt, at skúlanir í Gøtu og Leirvík eru lagdir saman í ein skúla, við einari leiðslu. Í Leirvik er innskúling og í Gøtu er miðdeild. Eysturkommuna er eisini tann fyrsta kommunan í Føroyum, sum stovnaði ein forskúla.

Nýggi býarplanurin og byggisamtyktin fyri Eysturkommunu er uttan iva tann mest framsøkni av sínum slag í Føroyum, og er okkara vón at hann fer at savna allar borgarar í kommununi til ein felags alsk fyri allari kommununi.

Savnandi

Umráðandi er fyri eina nýggja kommunu, at eitt stórt arbeiði verður gjørt fyri at savna alla kommununa í eitt – í eina felags fatan og ein felags samleika. Við nýggjum búmerki, ið hevur nakað serstakt at siga fyri okkum øll í kommununi, eru lunnar lagdir undir hesum virðisorðinum: Savnandi.

Eisini hava vit ásanna, at um borgarar í Eysturkommunu skulu fáa eina felagskendslu, so er umráðadi at knýta allar bygdirnar saman. Bert Eysturkommuna og Tórshavnar kommuna hava eina kommunala bussleið, har borgarin uttan brúkaragjald kann koyra runt í kommununi. Vit síggja í dag, at nógv nýggj vinarbond eru knýtt millum okkara børn, sum neyvan høvdu verið, um tað ikki var frítt at koyra millum bygdirnar í kommununi.

Opin og vinarlig

Vit ynskja, at Eysturkommuna er ein opin og vinarlig kommuna fyri øll, bæði verandi og nýggjar borgarar. Við einari samanlegging av tveimum smærri kommunum til eina størri kommunu, er tað náttúrligt, at borgarin kennir fjarðstøðuna millum borgara og kommunu økjast. Vit, sum eru vald at stjórna kommununi, arbeiða tí miðvíst eftir at bøta um hetta, so borgarin kennir, at kommunan er lætt atkomulig og at lurta verður eftir tí einstaka.

Umframt okkara felags ættarfedrar frá víkingunum, hava vit eisini sólina í felag. Neyvan finst ein vakrari sjón enn á Gøtuvík, tá vit síggja sólina rísa snimma á morgni. Og neyvan finst ein vakrari sjón, enn tá vit so síggja hana frá Leirvík seta aftur norðri í Djúpinum um kvøldarnar.

Okkara vón er, at vit standa saman um tað, sum er gott – standa saman um Eysturkommunu.

Við kvøðu
Jóhan Christiansen, borgarstjóri

Leys størv í Eystur Kommuna

Ongar starvslýsingar funni.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið