Tórshavnar kommuna
Lýsing
Býarbókasavnið søkir eftir einum dugnaligum býarbókavørði, sum kann standa á odda fyri Býarbókasavnið.
Býarbókasavnið er meira enn eitt stað, har fólk læna bøkur. Tað er eitt alment rúm fyri øll – eitt stað fyri vitan, lesing, hugflog, samrøðu, mentan og felagsskap. Vit leita eftir einum leiðara, sum sær hesar møguleikar og hevur hugflog til at menna býarbókasavnið til komandi ættarlið