• Tórshavn, Faroe Islands
  • 17. oktober 2020
  • formula.fo

Felagins lýsing

Úrslitið telur

Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Allir stovnar og fyritøkur eru serstakar við sínum egnum mannagongdum og arbeiðshættum. Vit veita heildartænastuna, sum hóskar júst til tykkara mannagongdir og arbeiðshættir, so tit kunna betra tykkara virksemi.

Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemið er skipað í serdeildir, so vit veita tær servitan, ið tryggja tykkara rakstur best møguligt.

Vit veita trygd fyri, at vit eisini eru her í morgin at hjálpa tær. Formula er ein fíggjarliga trygg fyritøka við einari eginfígging á 55% og einum gjaldførislutfalli á 355. Á Formula starvast 80 starvsfólk. Vit hava skrivstovur í Tórshavn, Runavík og Keypmannahavn.

Kjarnuførleikar

  • KT-HEILDARLOYSNIR
  • NETUMSITING OG TRYGD
  • JOURNALISERING og SAKSTÝRING
  • FÍGGJARSTÝRING og LØN
  • TÍÐARSTÝRING
  • KOPI OG PRENT
  • KT-ÚTGERÐ
  • FISKIVINNUTØKNI
  • HÝSING og INTRANET
  • UMVÆLING AV ÚTGERÐ
  • KT-STRATEGI OG RÁÐGEVING
  • NETHANDIL
  • FRAMLEIÐSLA
  • HR, FØRLEIKAMENNING OG SKEIÐ
  • TELEFONI og SAMSKIFTI

Leys størv í formula P/f

Ongar starvslýsingar funni.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið