- Fuglafjørður, Faroe Islands
- 28. april 2017
- www.pl.fo
Felagins lýsing
Tilverugrund (Missión)
Álit á okkum og okkara dygdargóða handverk elvir til framgongd hjá okkara viðskiftafólkum.
Hugmynd (Visión)
Vit vilja vera tann maskinveitarin til fiskivinnuna, sum fólk hava størst álit á, og sum veitir ta bestu tænastuna.
Virði
- Álit
- Tryggleiki
- Toymisarbeiði og toymisandi
- Hegni
- Gott og opið samskifti
Stevnumið
- Vit vilja hava vinning og framburð
- Vit vilja hava tey bestu starvsfólkini
- Vit vilja hava tað besta arbeiðsplássið
Virksemi
Okkara virksemi er grundað á álit og góðsku. Okkara toymi virka væl, og við sínum hegni veita tey okkara viðskiftafólkum røttu ráðgevingina og bestu tænastuna. Okkara viðskiftafólk kunna kenna seg trygg og hava álit á, at okkara vørur og tænastur nøkta teirra tørv. Vit leggja dent á opið og lætt samskifti við okkara viðskiftafólk og koma á tann hátt fram á bestu loysnirnar.
Slagorð
Fyri tykkum. Hvønn morgun.
Hví
Vit fara til arbeiðis hvønn dag, tí vit vilja, at okkara viðskiftafólk skulu standa seg uppaftur betur í vinnuni. Fyri okkum merkir tað, at alt, vit gera, skal gera okkum uppaftur dugnaligari á okkara kjarnuøki.
Hvussu
Vit røkka hesum máli við at:
- Lurta eftir okkara viðskiftafólkum og nøkta teirra tørv.
- Duga at síggja og skilja tørvin hjá okkara viðskiftafólki
- Fáa sum allarmest burtur úr teimum maskinum, Petur Larsen selur og veitir tænasturg til.
- Veita góðar vørur og tænastur fyri at tryggja langa livitíð og minka darv í rakstrinum.
- Altíð stremba eftir at varðveita okkara virði.
- Tryggja, at viðskiftafólk og starvsfólk fáa góða vitan og góðan kunnleika.
Hvat
Vit veita bert vørur og tænastur til fiskivinnuna.
- Vit veita tænastur, røkja maskinur og útgerð hjá okkara viðskiftafólki.
- Vit gera smiðjuarbeiði fyri okkara viðskiftafólk.
- Vit geva viðskiftafólki okkara ráð um tær skilabestu loysnirnar.
- Vit útvega eykalutir fyri kappingarføran prís.
- Vit selja endurnýggjaðar, brúktar BAADER maskinur við garantii.
- Vit selja nýggjar maskinur og útgerð frá BAADER, Fomaco, Mosca og Euscan++
- Vit hjálpa okkara viðskiftafólki at útvega sær maskinur og útgerð, ið nøkta teirra tørv.
- Vit menna førleikarnar hjá okkara starvsfólki og teimum hjá viðskiftafólkunum.