Smyril Line
Útgivið
28. juni 2024
Útgongur
21. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line sóknast eftir 2. stýrimanni til ferðamannaskipið Norrönu. Vit bjóða eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum og góðum starvsfeløgum.

Starvið
Sum 2. stýrimaður ert tú vaktgangandi navigatørur á brúnni og dekkinum. Tú hevur m.a. ábyrgd av siglingarskipan og sjókorti. Tú skalt tryggja, at trygdarreglur og arbeiðsgongdir verða fylgdar. Harumframt hevur tú ábyrgdina av trygdarútgerðini.

Tín vangamynd

  • Tú er arbeiðsom/samur, umhugsin og hevur góð samstarvsevnir
  • Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv: STCW Reg II/1 as Watchkeeping Officer
  • Harumframt skalt tú hava øll viðkomandi skjøl og skeiðir

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur heima.

Starvssetan og umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 21. juli 2024, og umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skiparan á tel. 344843 ella Hjørdis í Dávastovu, HR-leiðara á 23 59 50.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið