
Lýsing
Vit sóknast eftir tveimum lærlingum til deildina í Tórshavn og ein til deildina í Saltangará.
Sum lærlingur hjá Rúsdrekkasølu Landsins verður tú partur av einum fjølbroyttum og læruríkum umhvørvi, har vit seta kundan í hásæti.
Um starvið
Hjá Rúsdrekkasøluni fært tú ein fjølbroyttan dag, har tú fært møguleika at vaksa við uppgávunum.
Tú kemur til eitt arbeiðspláss við fakliga dugnaligum starvsfeløgum, sum geva tær góða upplæring á starvsleiðini í øllum innan vørur, sølu, góðari tænastu og ráðgeving.
Eisini skalt tú í lærutíðini í skúla í Danmark.
Vit vænta at tú
- Ert álítandi og fyrikomandi
- Brennur fyri góðari tænastu
- Ert nærløgd/lagdur
- Ert ábyrgdarfull/ur
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
- Ert áhugað/ur í at menna tína vitan og førleikar
Vit bjóða tær
- At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning
- Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum
- Upplæring í vørum og skipanum okkara
- Upplæring í tænastu á høgum støði
- Eitt umhvørvi, har tú fær ábyrgd og møguleika at menna teg fakliga og persónliga
- Kunnleika og royndir, sum tú kanst brúka víðari á yrkisleiðini
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá handli ella tænastuvinnuni.
Arbeiðstíð- og stað
Tín arbeiðsstaður verður í handlinum í Tórshavn ella í Saltangará. Eisini kemur tú í lærutíðini at arbeiða á øðrum deildum í fyritøkuni.
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna, har arbeiðstíðirnar eisini fevna um leygardagar. Eisini er neyðugt, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira upp undir høgtíðir og til størri tiltøk.
Tú skal vera fylt/ur 18 ár fyri at søkja.
Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt ella FHS: 2 ár
Útbúgvingarlongd við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt: 2 ár og 5 vikur online-skeið á donskum skúla.
Útbúgvingarlongd uttan miðnám: 2 ár og 6 mánaðir, íroknað 20 vikur online-skeið á donskum skúla, sum svarar til grundskeið (GF2).
Umsóknarfreist
Send eina umsókn saman við CV og øðrum viðkomandi skjølum til starv@rusan.fo og viðmerk “Lærlingur til Rúsdrekkasølu Landsins í Tórshavn” ella “Lærlingur til Rúsdrekkasølu Landsins í Saltangará”.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 19. oktober 2025.
Starvið verður sett frá 1. januar 2026.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.