Lýsing
Landsverk søkir eftir fólki til grót- og skervverkið á Hústoft.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- at koyra dumpara og/ella lessara
- at luttaka í dagligu framleiðsluni
- at vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
- annað fyrifallandi arbeiði
Um teg
Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.
Tað er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.
Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært avvarðandi sáttmála.
Arbeiðsstaðurin er á Hústoft, men roknast kann við arbeiði á viðlíkahaldinum og framleiðsluni aðrastaðni á Virkisdeildini. Harumframt má roknast við nakað av úrtíðararbeiði.
Umsóknir
Umsókn og lívsrensl (cv) skal sendast við at trýsta her og vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. august 2023.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Jack Johansen, formann á 290 721 ella jajo@lv.fo.