Hjálpirót
Útgivið
27. april 2026
Útgongur
11. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir starvsfólki við útbúgving innan anleggsarbeiði ella annað handverksarbeiði til at gerast partur av okkara fjølbroytta arbeiðstoymi.

Um okkum
Hjálpirót er ein anleggsgartnarafyritøka í Tórshavn við arbeiðsuppgávum kring alt landið. Vit átaka okkum stórar og smáar uppgávur og arbeiða úti alt árið.

Fyritøkan hevur 25-30 starvsfólk við ymiskum yrkiskunnleikum, sum saman hjálpast við at loysa tær ymisku verkælanirnar.

Arbeiðsøki
Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:

  • Grevstur og annað jørðarbeiði.
  • Flísaálegging.
  • Grótarbeiði.
  • Timburarbeiði.

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú:

  • hevur útbúgving ella royndir innan anleggsgartnara- ella handverksarbeiði.
  • er røkin, álítandi og møtir hugagóð/ur upp til arbeiðis.
  • hevur koyrikort

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har trivnaður fyri øll hevur týdning.
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, virðing og nýhugsan.

Løn
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda tær til Sjúrð Jacobæus á telefon 594703.

Umsókn
Umsókn við CV og prógvum kann sendast til hjalpirot@hjalpirot.fo í seinasta lagi mánadagin 11. mai.

Líknandi størv

4. maj 2026
4. maj 2026
4. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið