NorCrew
Útgivið
10. maj 2026
Útgongur
21. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum sterkum og ágrýtnum bókhaldsleiðara, sum hevur hug at gerast partur av einum spennandi og skjótt vaksandi vinnuumhvørvi í Føroyum.

Tú fert at hava høvuðsábyrgdina av fíggjarligu stýringini hjá okkara feløgum, har høvuðsfokus verður á Heimaleiga Sp/f, sum hevur ognarumsiting, reingerð og vaskarí undir sær, men eisini arbeiði tvørtur um fleiri vinnur og feløg innan:

  • Fastognir & útleigan
  • Hotell & gisting
  • Bygging & verkætlanir
  • VVS verkætlanir
  • Starvsfólkaútleigan og arbeiðsmegi
    Nýggjar íløgur og vinnuverkætlanir

Hetta er ikki eitt vanligt bókhaldsstarv. Vit leita eftir einum persóni, sum hevur hug at vera við at byggja nakað stórt upp saman við okkum, og sum elskar at hava nógvar bóltar í luftini í senn.

Um starvið
Tú fert m.a. at arbeiða við:

  • Dagligum bókhaldi og fíggjarstýring
  • Mánaðar- og ársroknskapum
  • Budgettering og cashflow-stýring
  • Samskifti við grannskoðara, bankar og myndugleikar
  • Lønum og starvsfólkakostnaði
  • Menning av skipanum og arbeiðsgongdum
  • Fíggjarligari sparring við leiðsluna
  • Uppfylging uppá byggi- og íløguverkætlanir
  • Rapportering tvørtur um fleiri feløg
  • Uppdatering og optimering av prísum innan útleigu, hotell og aðrar tænastur
  • Arbeiða við inntøkuoptimering og betri lønsemi
  • Greina tøl og finna møguleikar fyri effektivisering og vøkstri
  • Hjálpa við at menna arbeiðsgongdir og strategi tvørtur um feløgini

Vit vænta, at tú:

  • Hevur royndir innan bókhald, roknskap o.a. viðkomandi
  • Dugir sera væl við:
    • Excel
    • Outlook
    • E-conomic
  • Hevur gott skil fyri tølum, prísstrategi og optimering
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • Ert skipað/ur og dugir væl at arbeiða við nógvum uppgávum samstundis
  • Ert álítandi og tekur ábyrgd
  • Trívist í einum umhvørvi við nógvari ferð
  • Hevur áhuga í vinnumenning og vøkstri

Vit bjóða

  • Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv
  • Møguleika at vera við frá tíðligum stigi í stórari menning
  • Tætt samstarv við eigarar og leiðslu
  • Góðar lønarumstøður eftir førleika
  • Stórt frælsi undir ábyrgd
  • Møguleika fyri leiðsluleikluti í framtíðini

Vit leita eftir einum persóni, sum ikki bara ynskir eitt arbeiði — men sum ynskir at vera við at byggja eitt sterkt føroyskt vinnusamtak upp.

Umsókn
Send umsókn og CV til:
terji@norcrew.fo
+298 231340

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

10. maj 2026
10. maj 2026
10. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið