Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða í einum livandi og spennandi umhvørvi í summar?
Vit leita eftir einum jaligum og arbeiðssomum persóni til starv sum køkshjálp og annað fyrifallandi arbeiði í okkara mentanarhúsi í Sørvági.
Vit leita bæði eftir einum persóni til fast starv og eftir avloysarum eftir tørvi.
Um starvið
Høvuðsuppgávan verður at hjálpa til í kaféini, har tú verður partur av dagliga arbeiðinum saman við okkara lítla og hugnaliga toymi.
Arbeiðsuppgávurnar kunnu m.a. vera:
- Hjálp í køkinum og kaféini
- Servering og avgreiðsla
- Rudding og annað fyrifallandi arbeiði
- Vera við til at fyrireika tiltøk
Vit vænta ikki, at tú:
- Hevur útbúgving ella royndir
- Veitst alt frammanundan
Vit leggja størri dent á, at tú:
- Hevur eina arbeiðssama og jaliga tilgongd
- Ert álítandi og fyrikomandi
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða
- Eitt spennandi summarstarv
- Møguleika at arbeiða fast og/ella sum avloysari eftir tørvi
- Gott arbeiðsumhvørvi í einum lítlum og góðum toymi
- Fjölbroyttar arbeiðsuppgávur
Arbeiðspláss: Sørvágur
Umsókn
Umsóknir skulu sendast til:
messan@messan.fo
Um spurningar eru til størvini, kann man venda sær til Jórunn Gudmundsen, leiðara á Messuni, á tlf: 234433.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Starvsbyrjan er sum skjótast ella frá 1. juni 2026.