Lýsing
Ert tú okkara nýggi Business Central KT-supportari?
Hevur tú innlit í fíggjarstýring og dámar tær at hjálpa kundum at loysa avbjóðingar? Hevur tú áhuga fyri Business Central og kundatænastu? So hava vit eitt spennandi starv til tín.
Hjá Formula arbeiða vit hvønn dag fyri at veita okkara kundum góða support og ráðgeving innan Microsoft Dynamics 365 Business Central. Málið er, at kundarnir fáa skjóta, góða og fakliga sterka hjálp, so teir kunnu arbeiða trygt og effektivt við sínum skipanum.
Vit uppliva vaksandi eftirspurning eftir okkara supporttænastum og leita tí eftir einum supportara, sum hevur hug at gerast partur av okkara dugnaliga ERP-toymi.
Starvið
Sum BC-supportari verður tú ein týðandi partur av okkara supporttoymi. Tú fert dagliga at samskifta við kundar, hjálpa teimum við spurningum, loysa avbjóðingar og vegleiða teimum í Business Central.
Tú arbeiðir tætt saman við ráðgevum og mennarum, tá meira kompleksar uppgávur krevja samstarv tvørtur um toymið. Samstundis fert tú at vera við til at tryggja eina góða uppliving hjá kundunum, har dygd, skjót viðgerð og gott samskifti eru í hásæti.
Tú verður partur av einum sterkum ERP-toymi við supportarum, ráðgevum, mennarum og verkætlanarleiðarum. Her fært tú góðar møguleikar at menna tínar fakligu førleikar og arbeiða við nýggjastu Business Central-loysnunum.
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týdningarmiklir og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og trívist við at hjálpa øðrum. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, hevur gott yvirlit og dugir at raðfesta uppgávur, eisini tá nógv hendir samstundis.
Tú fært eina góða innleiðing í starvið og neyðugu upplæringina í okkara arbeiðshættum og í Business Central. Vit vænta ikki, at tú dugir alt frá fyrsta degi – tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at læra, hevur góðan tænastuhugburð og ynskir at menna teg innan ERP og Business Central.
Tínar høvuðsuppgávur verða
- Dagligt samskifti við okkara kundar.
- Viðgerð av supportfyrispurningum og feilfinning.
- Vegleiðing og ráðgeving í Business Central.
- Hjálpa kundum at brúka skipanina á besta hátt.
- Samstarv við ráðgevar og mennarar um meira kompleksar uppgávur.
- Skráseting og uppfylging av supportmálum.
- Luttøka í menning av okkara supporttilgongd og vitanargrunni.
Vit vænta, at tú
- Hevur góðar KT-førleikar og áhuga fyri at arbeiða við Business Central og øðrum talgildum loysnum.
- Hevur royndir frá einum support- ella kundatænastustarvi (ein fyrimunur, men ikki eitt krav).
- Hevur fíggjarligt ella handilsligt innlit, so tú skilir arbeiðsgongdir hjá kundunum (ein fyrimunur).
- Dugir at greina trupulleikar og arbeiða skipað fram ímóti einari loysn.
- Ert tænastusinnað/ur og trívist við at hjálpa kundum.
- Hevur góð samskiftisevnir, bæði munnliga og skrivliga.
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini í einum toymi.
- Dugir at raðfesta uppgávur og varðveita yvirlitið, eisini tá nógv hendir samstundis.
- Hevur hug at læra nýggjar skipanir og menna tínar fakligu førleikar.
Vit bjóða
- Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.
- Innleiðing og upplæring í Business Central.
- Eitt sterkt fakligt umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.
- Ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag.
- Eina mentan merkta av samstarvi, nýskapan og felagsskapi.
Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi
Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 12 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Umsókn
Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. august 2026.
Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Boga P. Niclasen, toymisleiðara, á telefon 244194.
Stutt um Formula
Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.
Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.