Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lýsing
Vit sóknast eftir deildarleiðara til ergoterapeutiska partin av okkara fysio- og ergoterapieind, Ven og Virka, frá 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er fulltíðarstarv. Er ynski um tað, ber til at gera avtalu um lægri brøk, tó ikki minni enn 0,8.
Sum deildarleiðari fert tú bæði at hava dagligu leiðsluna av ergoterapeutiska partinum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, um hendi, eins og at ganga á odda í útinnanini av ergoterapi.
Ábyrgdarøkið hjá tær verður at tryggja dygd og menning av ergoterapeutiska partinum av Ven og Virka og í einum tvørfakligum toymi. Harumframt:
- At arbeiða fyri einum góðum samstarvi við allar eindir í NBH
- At kanna, greina og meta um ADL-førleikar hjá eldri borgarum og seta átøk í verk í mun til hetta
- At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar í gerandisdegnum
- At vera partur av rehabiliteringstoyminum
- At hava ábyrgd av hjálpartólaøkinum
- At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
- Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í fysio- og ergoterapeuteindini, Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.