Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lýsing
Vit sóknast eftir einum ergoterapeuti til ergoterapieindina í Norðoya Bú- og Heimatænastu, Ven og Virka. Talan er um fast starv frá 1. desember 2026 á starvsbroti 0,8 ella eftir nærri avtalu. Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:
- At kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri borgarum og seta átøk í verk í mun til hetta
- At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
- At vera partur av rehabiliteringstoyminum
- At hava ábyrgd av hjálpartólum
- At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
- Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í Fysio- og ergoterapeuteindini Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.