Lýsing
Herbergið hjá Frelsunarherinum í Tórshavn søkir eftir fólki til reingerðingina í føstum starvi á 20–30 tímar um vikuna, alt eftir avtalu og ynski hjá rætta umsøkjaranum.
Arbeitt verður í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk innan reingerð og aðrar starvsfelagar, har tit í felag hava ábyrgd av, at húsini altíð eru rein, ruddilig og innbjóðandi.
Arbeiðstíðin verður løgd til rættis eftir nærri avtalu, men er vanliga mánadag til fríggjadag fyrrapart, umframt arbeiði annað hvørt vikuskifti og á heiligdøgum sambært arbeiðsætlan.
Um starvið
Sum reingerðarfólk á Herberginum ert tú ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá bæði búfólki, brúkarum og starvsfeløgum. Tú ert við til at skapa eitt reint, trygt og virðiligt umhvørvi, har øll kunnu kenna seg vælkomin.
Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir bæði um dagliga reingerð, høvuðsreingerð og aðrar praktiskar uppgávur, sum stuðla undir dagliga virksemið á Herberginum.
Starvið fevnir m.a. um:
- Dagliga reingerð av kømrum, baði og vesrúmum, skrivstovum, felagshølum og øðrum hølum.
- At vekja herbergsgestir.
- At reingera herbergkømrini, so tey eru rein, ruddilig og innbjóðandi til næstu gestir.
- At fremja høvuðsreingerð sum ein natúrligan part av arbeiðinum, tá tørvur er á tí.
- At vaska klæðir, handklæði og seingjaklæði hjá brúkarum av tilboðnum og leggja tað upp á pláss.
- At halda reingerðarútgerð og goymslur skipaðar og syrgja fyri, at neyðug reingerðarevni altíð eru tøk.
- At hjálpa til við øðrum praktiskum uppgávum á Herberginum eftir tørvi.
- At arbeiða í góðum samstarvi við onnur starvsfólk innan reingerð og aðrar starvsfelagar.
- At vera við til at skapa eitt reint, virðiligt og hugnaligt umhvørvi fyri øll, sum brúka húsið.
Stutt um okkum
Herbergið í Tórshavn er partur av virkseminum hjá Frelsunarherinum. Vit arbeiða út frá einum kristnum virðisgrundarlagi, har menniskjalig virðing, umsorgan og næstrakærleiki eru grundsúlurnar í øllum, vit gera.
Herbergið er eitt búð- og umsorganarheim fyri menniskjum við sosialum og/ella rúsevnisavbjóðingum. Vit hava hitastovu og roykstovu, dagsentur og møguleika at lata heimleys gista í styttri tíðarskeið. Eisini hjálpa vit familjum og einstaklingum í trongd við mati og øðrum neyðugum.
Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur royndir við reingerð, ella ert fús/ur at læra.
- ert álítandi, samvitskufull/ur og hevur eyga fyri reinføri og smálutum.
- trívist við at arbeiða saman við øðrum.
- ert tolin, rúmlig/ur og fleksibul.
- megnar at møta øllum menniskjum við virðing, tolni og umsorgan.
- hevur góða likamliga heilsu.
- ert sálarliga væl fyri og megnar at arbeiða í einum umhvørvi, har menniskju kunnu hava sosialar, sálarligar og rúsevnisligar avbjóðingar.
- ert støðug/ur og dugir at varðveita ró og yvirlit, eisini tá gerandisdagurin er óvæntaður.
- hevur koyrikort.
- kanst taka undir við og arbeiða út frá virðisgrundarlagnum hjá Frelsunarherinum.
Um áhugi og førleikar eru til staðar, kann eisini verða møguligt at avloysa í øðrum uppgávum í húsinum, tá tørvur er á tí.
Arbeiðstíð
- Starvið er 20–30 tímar um vikuna, alt eftir avtalu við rætta umsøkjaran.
- Arbeiðið verður skipað í dagtímunum mánadag til fríggjadag. Nærri arbeiðstíð verður avtalað við rætta umsøkjaran.
- Arbeitt verður eisini á heiligdøgum sambært arbeiðsætlan.
- Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti. Vikuskiftisarbeiðið er tilsamans 4 tímar og verður skipað annaðhvørt sum 2 tímar leygardag og 2 tímar sunnudag, ella 4 tímar annan av døgunum.
Løn og setan
- Starvið er tímalønt, sambært sáttmála hjá avvarandi fakfelag.
- Starvsbyrjan er skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til Herbergid@frh.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Herbergið tlf. 517301.