Lýsing
Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fíggjarfulltrúa. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. novembur 2026 ella skjótast gjørligt.
Fíggjarfulltrúin verður partur av stápinum í Námi og skal ráðgeva stjóra, deildarleiðarum og starvsfólkum í viðkomandi fíggjarligum spurningum.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:
- hava fíggjarstýring
- sambært roknskaparreglugerðini hava góðkenning av roknskapi og játtanareftirliti
- gera uppskot í sambandi við fíggjarlóg og ráðgeva um fíggjarskjøl v.m.
- samskifta við avvarandi stovnar og veitarar annars um dagføring og menning av skipanum innan økið
- ráðgeva leiðslu og starvsfólki í Námi í viðkomandi spurningum innan fíggjarstýring, roknskap og játtan
- hava eftirlit við og ráðgeva viðvíkjandi avtalum um sáttmálar hjá stovninum
- dagføra dygdarhondbókina
Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving á masterstigi innan eitt nú fíggjarstýring, grannskoðan og roknskap ella royndir og útbúgving, ið kunnu javnsetast við hetta. Harumframt skulu umsøkjarar hava starvsroyndir og vitan, ið beinleiðis kunnu setast í samband við arbeiðsuppgávurnar og evni at arbeiða sjálvstøðugt og evni at samstarva.
Tað kann vera fyrimunur at hava kunnleika til Búskaparskipan Landsins, Navision, Skjalhald og Totalview.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra, deildarleiðara, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. septembur 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.
Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum.