Lýsing
Hevur tú sterkar greiningarførleikar, gott vinnuligt skil og áhuga fyri tølum, dátum og marknaðum? Og kundi tú hugsað tær eitt spennandi og øðrvísi starv í einari altjóða fyritøku í rúkandi menning? So ert tú kanska okkara nýggi greinari og starvsfelagi í Nordic Aqua.
Um starvið
Í Nordic Aqua koma altjóða serfrøði og staðbundin vitan saman fyri at skapa og menna burðardygga laksaaling í Kina – heimsins størsta sjógætismarknaði.
Hjá okkum verður tú partur av einari søguligari verkætlan við tí fyri eyga at kunna nøkta vaksandi eftirspurningin av hágóðsku laksi á ein burðardyggan hátt.
Sum greinari fært tú ein miðsavnandi leiklut í at menna greiningar, lyklatøl og marknaðaryvirlit og soleiðis styrkja innlitið. Tú fert at arbeiða tætt saman við leiðsluni og fært munandi ávirkan á, hvussu dátur verða savnaðar, skipaðar, greinaðar og miðlaðar til tess at stuðla strategiskum og rakstrarligum avgerðum.
Talan er um fulltíðarstarv við starvsstaði á føroysku skrivstovuni hjá felagnum í Tórshavn. Fyri at fáa neyðugt innlit í virksemið hjá samtakinum, so kann væntast ferðing til Kina og á høvuðsskrivstovuna í Oslo av og á.
Tú fert millum annað at:
- menna, viðlíkahalda og betra lyklatals-frágreiðingar innan rakstur, fíggjarviðurskifti og íløgur
- savna, góðskutryggja og greina dátur úr innanhýsis og uttanhýsis keldum
- gera regluligar frágreiðingar og framløgur til leiðsluna
- fylgja við marknaðargongdini, herundir kinverskum innflutningsdátum
- fylgja við kappingarneytum og samanbera úrslitini hjá Nordic Aqua við viðkomandi kappingarneytar og vinnulyklatøl
- eyðmerkja gongdir, mynstur og týðandi innlit og umseta hesi til ítøkilig tilmæli
- stuðla strategiskum ætlanum og ráðgeva í avgerðum tvørtur um samtakið
- arbeiða tætt saman við rakstrar-, fíggjar-, sølu- og leiðslutoymum fyri at skilja tørvin hjá fyritøkuni og krøvini til greiningar
Um teg
Tú hevur sterkar greiningarførleikar, ert forvitin, hevur gott vinnuligt skil og dugir at greiða frá torgreiddum upplýsingum á greiðan og einfaldan hátt. Tú arbeiðir skipað og neyvt, tekur ábyrgd og dugir at raðfesta.
Vit vænta, at tú hevur:
- viðkomandi útbúgving innan fígging, búskapi, vinnulívi, verkfrøði, dátugreining ella líknandi
- viðkomandi royndir við greiningararbeiði, fíggjarstýring, ráðgeving, marknaðargreining ella líknandi arbeiði
- sterkar greiningarførleikar og góðan førleika at arbeiða við stórum og fjølbroyttum dátugrundarlagi
- góðar førleikar í Excel og royndir við frágreiðingum, dátuyvirlitum og framløgum
- góð samskiftisevni og førleika at nýta enskt á professionellum stigi
Umsókn og freist
Um hetta ljóðar áhugavert, vinarliga søk starvið umvegis finance@nordicaquapartners.com.
Starvið verður lønt eftir avtalu og freistin at søkja er hósdagin 10. septembur.
Um tú vilt vita meira
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Jógvan Zachariasen, roknskaparleiðara, á +298 258335 / jogvan@nordicaquapartners.com.
Allir fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði, og umsóknir verða viðgjørdar so hvørt, sum tær koma inn.