Landsverk
Útgivið
24. juli 2023
Útgongur
14. august 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Landsverk søkir eftir fólki til grót- og skervverkið í Hundsarabotni.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:

  • at koyra dumpara
  • at luttaka í dagligu framleiðsluni
  • at vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
  • annað fyrifallandi arbeiði

Um teg
Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Tað er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært avvarðandi sáttmála.

Arbeiðsstaðurin er í Hundsarabotni, men roknast kann við arbeiði á viðlíkahaldinum og framleiðsluni aðrastaðni á Virkisdeildini. Harumframt má roknast við nakað av úrtíðararbeiði.

Umsóknir
Umsókn og lívsrensl (cv) skal sendast við at trýsta her og vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. august 2023.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Gunnar Olsen, formann á 290 765 ella guol@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið