SPORT 24 Føroyar
Útgivið
13. maj 2026
Útgongur
24. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Partíðarstarv

Lýsing

SPORT 24 á Tvøroyri sóknast eftir einum handilsfólki, sum kann gerast partur av okkara toymi. Starvið er tíðaravmarkað til 1. apríl 2027.

Tú kemur at arbeiða gerandisdagar umframt annan hvønn leygardag. Ein vanlig arbeiðsvika verður áljóðandi 25-30 tímar. Møguliga fleiri tímar, tá ið tørvur er á eyka hondum í samband við feriu ella jólasølu.

Starvsbyrjan verður eftir nærri avtalu.

Hvat kunnu vit bjóða tær?

  • Fyrikomandi starvsfelagar
  • Starvsfólkaavsláttur
  • Eitt arbeiðspláss, har tú samskiftir við starvsfelagar kring landið
  • At gerast partur av einari fyritøku í støðugari menning. Har dentur verður lagdur á “tað góða arbeiðsplássið”

Tú ert ein sum:

  • Veitir góða kundatænastu og ert smílandi/fyrikomandi
  • Samskiftir væl við kundarnar og helst á føroyskum
  • Dugur at síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan
  • Hevur møguleikan at arbeiða fram til kl. 18 gerandisdagar og annan hvønn leygardag
  • Og týdningarmest av øllum, ert tú ein ið tekur ábyrgd og ert skipað/ur. Tú stuðlar uppundir eina positiva virkismentan.

Vit arbeiða hvønn dag í felag, at skapa tað góða arbeiðsplássi. Hetta kann bert gerast veruleiki, um hvørt einasta starvsfólk gongur á odda fyri hjálpsemi og blíðskapi mótvegis øðrum starvsfeløgum – bæði nær og fjar.

Ljóðar hetta spennandi?
So frætta vit fegin frá tær áðrenn 24. mai á midnátt.

Umsóknin skal sendast til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á asa@sport24.fo

Um tú hevur spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu umvegis teldupost ella tlf. 257786, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00.

Vit gleða okkum!

____________________________________

SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.

Líknandi størv

13. maj 2026
13. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið