Maskinhandilin í Saltangará
Lýsing
Vit bjóða eitt gevandi lærupláss í einum handli við alskyns vørum, tætt at vinnulívinum. Er tað tær vit leita eftir?
Ynskir tú:
- Eina útbúgving innan handil
- Vitan innan amboð, arbeiðsklæðir og máling
- Eitt fjølbreitt og spennandi lærupláss, við góðari upplæring
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi
So er tað tær vit leita eftir!
Vit vænta:
- At tú hevur áhuga fyri fakinum, ert ágrýtin og álítandi
Skúlagongd er í Danmark í 7-11 vikur, býtt upp í styttri skúlaskeið. Lærutíðin uttan miðnám er 2 ár og 6 mánaðir. Við búskaparbreyt ella FHS er lærutíðin 2 ár.
Ynskir tú lærupláss hjá okkum, so send okkum eina umsókn innan 1. juli.
Um tú vilt vita meira, ert tú vælkomin at venda tær til Niklas Reinert Højgaard handilsleiðara, á tlf 74 77 77, ella á nh@maskin.fo
Vit gleða okkum at frætta frá tær.