DINO
Útgivið
20. august 2026
Útgongur
31. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at standa á odda fyri einum heilt nýggjum og spennandi leikuhandli í Tórshavn?

Dino letur upp í Miðlon í heyst, og vit leita eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi handilsleiðara, sum saman við okkum kann skapa ein livandi og innbjóðandi handil við góðum upplivingum fyri bæði børn og vaksin.

Sum handilsleiðari fært tú ábyrgd av dagliga rakstrinum og verður við til at seta tín dám á handilin heilt frá byrjan.

Tínar høvuðsuppgávur verða at:

  • leiða og menna starvsfólkini
  • tryggja góða kundatænastu og eina jaliga uppliving í handlinum
  • hava ábyrgd av sølu, vørum og dagliga rakstrinum
  • tryggja, at handilin altíð er innbjóðandi og væl skipaður
  • vera við til at menna Dino og og av og á skipa fyri tiltøkum og øðrum stuttligum upplivingum fyri børn

Vit ímynda okkum, at tú:

  • ert ágrýtin, tekur ábyrgd og dugir væl at leiða onnur
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • hevur hugflog, tekur stig av egnum ávum og trívist við at skapa lív og gott lag
  • leggur dent á góða tænastu og hevur sans fyri sølu og góðum kundaupplivingum
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og varðveita yvirlitið, eisini tá nógv er at gera
  • hevur royndir úr handli og leiðslu – tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Vit bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi fulltíðarstarv, har tú fært góðan møguleika at ávirka og vera við til at byggja Dino upp frá fyrsta degi.

Starvið verður sett eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir verða avtalaðar eftir førleikum og royndum.

Send umsókn og lívsrensl til lis@dino.fo í seinasta lagi mánadagin 31. August
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lis Waagstein á tlf. 211131.

Vit gleða okkum at frætta frá tær!

Líknandi størv

Próvtøkufyrisitari til Nám   Faroe Islands nýtt
21. august 2026
Ritstjóri til Nám   Faroe Islands nýtt
21. august 2026
Fíggjarfulltrúi til Nám   Faroe Islands nýtt
21. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið