IRF
Útgivið
29. juni 2023
Útgongur
12. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólki til nýggju tyrvimóttøkuna og reinsiverkið í Nýggjheiðum omanfyri Kvívík. Tínar uppgávur eru millum annað dagligur rakstur og viðlíkahald av reinsiverki og móttøka av tyrviburturkasti.

Um Nýggjheiðar
Nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu, og hetta plássið kemur við tíðini at taka ímóti øllum tyrviburturkasti og allari rotta ngaevju í Føroyum, soleiðis at alt er savnað á einum stað. Plássið hevur eina høll at savna saman tyrviburturkast, eitt reinsiverk, starvsfólkarúm, bilhús til rottangabilar umframt tyrvingarpláss.

Arbeiðsuppgávur

  • Dagligur rakstur av rottanga- og tyrvingarmóttøkuni
  • Viðlíkahald, umvæling og røkt av útgerð og hølum
  • Móttøka og skráseting av innkomnum nøgdum
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar

  • Handverkari, maskinistur ella viðkomandi royndir
  • Vanligt koyrikort

Vit vænta, at tú

  • hevur royndir við viðlíkahaldi av størri maskinum
  • ert røkin og hevur góðan ordan í
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert tænastusinnað/ur
  • ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir

Vit bjóða
Vit bjóða tær viðkomandi skeið, so sum trukkskeið og onnur skeið innan trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Í fjør tóku vit ímóti og viðgjørdu 38.000 tons av burturkasti. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Løn- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum fyrst í august 2023 ella eftir avtalu.

Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn, lívsrensl, avrit av prógvum og møguligum ummælum skal sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi 12. juli 2023.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Andrias Joensen, deildarleiðara á tlf. 234214 ella Hans Andrias Didriksen, maskinmaður á tlf. 234238.

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið