Lýsing
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Miðstovu á Lágargarði, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í tríggjar eindir - Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heilsu- og umsorganartænastan veitir tilboð og tænastur til borgarar í Tórshavnar kommunu eftir lógini um heimatænastu og eldrarøkt.
Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova. Handarastova er burturav til minnisveik, Miðstova er ávegis til at blíva ein deild fyri minnisveik og Heimarastova er røktardeild.
Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.