Roðin økistænastan
Útgivið
18. august 2026
Útgongur
30. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at gera mun í gerandisdegnum hjá eldri fólki? So kanst tú gerast partur av okkara dugnaliga toymi. Orsaka av at nøkur av okkara dugnaligu starvsfólkum hava valt at útbúgva seg meir eru:

  • Tvey størv sum heilsurøktari
  • Eitt starv sum heilsuhjálpari leys at søkja

Størvini eru á 0,8 tíð, men starvsbrøkur kann tillagast eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í stóran mun dagvaktir, men einkultar kvøldvaktir koma fyri. Harumframt er talan um arbeiði annað- til triðjahvørt vikuskifti.

Setanin er frá 15. september 2026 ella skjótast gjørligt.

Um skikkaðir heilsurøktarar og heilsuhjálpari ikki søkja, kunnu aðrir skikkaðir umsøkjarar verða settir, og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar eftir førleikum.

Um Miðstovu

Miðstova er ein deild á Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Her eru 20 búpláss og fíra rehabiliterings/umlættingarpláss.

Á Miðstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit leggja stóran dent á høga fakliga dygd, viðurkennandi arbeiðshátt og eitt umhvørvi, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Vit vænta, at tú

  • hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari/hevur prógv sum heilsuhjálpari
  • hevur áhuga í at arbeiða við eldri fólki
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • trívist í tvørfakligum samstarvi og hevur hug at vera partur av eini búðeind í menning
  • hevur KT-førleikar á brúkarastøði

Vit bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • ein spennandi og mennandi gerandisdag við fakligum avbjóðingum
  • eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum
  • góðar møguleikar at seta tín dám á arbeiðið og vera við til at menna tænasturnar hjá Roðanum

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku W. Jakobsen, virkandi deildarleiðara á Miðstovu, á telefon 478203 ella við telduposti monika@rodin.fo.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til rodin@rodin.fo.

Viðmerk: “Heilsurøktari/heilsuhjálpari til Miðstovu”

Umsóknarfreistin er 30. august 2026.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær og bjóða tær vælkomnum í starvsfólkahópin á Miðstovu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið