SPORT 24 Føroyar
Útgivið
13. maj 2026
Útgongur
24. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

  • Ert tú lesandi ella ynskir nakrir eyka arbeiðstímar? Sí nærri her.

SPORT 24 í Klaksvík sóknast eftir einum starvsfólki, sum kann gerast partur av okkara seinnapart toymi. Tú kemur at arbeiða 1-2 gerandisdagar umframt fast annan hvønn leygardag. Til ber, at fáa fleiri tímar, tá ið tørvur er á eyka hondum í samband við feriu ella jólasølu.

Vit ynskja at tú kann byrja beinanvegin.

Hvat kunnu vit bjóða tær?

  • Fyrikomandi starvsfelagar
  • Starvsfólkaavsláttur
  • Eitt arbeiðspláss, har tú samskiftir við starvsfelagar kring landið
  • At gerast partur av einari fyritøku í støðugari menning. Har dentur verður lagdur á “tað góða arbeiðsplássið”

Tú ert ein sum:

  • Veitir góða kundatænastu og ert smílandi/fyrikomandi
  • Samskiftir væl við kundarnar og helst á føroyskum
  • Dugur at síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan
  • Og týdningarmest av øllum, ein ið tekur ábyrgd og ert skipað/ur. Tú stuðlar uppundir eina positiva virkismentan.

Vit arbeiða hvønn dag í felag, at skapa tað góða arbeiðsplássi. Hetta kann bert gerast veruleiki, um hvørt einasta starvsfólk gongur á odda fyri hjálpsemi og blíðskapi mótvegis øðrum starvsfeløgum – bæði nær og fjar.

Ljóðar hetta spennandi?
So frætta vit fegin frá tær áðrenn 24. mai á midnátt.

Umsóknin skal sendast til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á asa@sport24.fo

Um tú hevur spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu umvegis teldupost ella tlf. 257786, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00.

Vit gleða okkum!

___________________________________

SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.

Líknandi størv

13. maj 2026
13. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið