Hotel Føroyar
Lýsing
Vit leita eftir einum kokki at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur:
- Ábyrgd fyri innkeypi
- Skipa vaktarskema
- Gera mat til gestirnir
- Halda góðskuna á einum høgum støði
- Samanseta matskráir
- Halda køkin reinan og ruddiligan
- At virka fyri einum jaligum arbeiðsumhvørvi
Vit vænta, at:
- Tú ert álítandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/ur
- Tær dámar væl at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Tú hevur ein jaligan hugburð og ert umhugsin
- Tú ert væl skipað/ur og hevur eyga fyri smálutum
- Tú ert tænastusinnað/ur og heldur avtalur og tíðarfreistir
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um matgerð, og at tú tekur lut í fyrireikingunum av ymsu virksemunum í húsinum.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til køksleiðara, Sveinur Fuglø, á telefon +298 217508.
Tú ert vælkomin at senda tína umsókn til sveinur@hotelforoyar.fo, um hetta starvið ljóðar sum nakað fyri teg.