Lýsing
Verð partur av einum aktivum toymi á Føroyar einasta ítróttardagstovni.
Søkt verður eftir stuðl 20 tímar um vikuna til ítróttardagstovnaøkið i Vestmanna. Talan er um tíðaravmarkaði starv til og við 17. Juli i fyrsta umfari.
Eisini er møguligt at faá eyka tímar sum avloysari, um sjúka ella annað stingur seg upp.
Vit søkja eftir stuðli, ið kunnu byrja skjótast gjørligt.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu og dámar at arbeiða við rørslu.
Hvørji eru vit?
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 38 eldhugaðir starvsfelagir, ið allir koma við sínum íkasti til eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, ið hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm,atgongd til høll, svimjihøll, grønt øki og bál-smáttur. Eisini eru vit nógv úti í náttúruni.
Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.
Meira fæst at vita
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðari á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo
Starvsbyrjan skjótast gjørligt:
Hevur tú hug at søkja starvið, skalt tú senda ein teldupost til morten@vestmanna.fo, viðmerk ”stuðul”. Í teldupostinum skalt tú fortelja eitt sindur um teg sjálva/n, arbeiðsroyndir, nær tú kanst byrja, og hvørjar dagar tú kanst arbeiða sum avloysari.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. mai 2026.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv. Samrøður verða hildnar leypandi.