
Lýsing
Søkt verður eftir lærara til maskinmeistaraútbúgvingina at byrja 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu
Lærarin skal kunna undirvísa í einari ella fleiri av hesum lærugreinum:
- Maskintøkni
- Kølitøkni
- Skipsel
- Kraftverkstøkni
Vit leggja dent á at lærararnir:
- duga væl at samstarva og samskifta
- hava áhuga í at læra frá sær
- hava ein jaligan hugburð mótvegis lesandi og starvsfeløgum
- stremba eftir at fáa bestu úrslitini
- áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
- hava hegni og áhuga í nýggjari tøkni
- hava góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu
- hava góðar KT førleikar
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum maskinmeistari, hava minst 2-ára starvsroyndir sum maskinyvirmaður ella líknandi og hava staðið bachelorútbúgving frá hægri lærustovni, ella vera í holt við tilsvarandi útbúgving.
Hevur tú bachelor- ella kandidatútbúgving í einari ella fleiri lærugreinum, ert tú eisini skikkað/ur umsøkjari og kanst undirvísa í hesum lærugreinum.
Umsóknir
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu: simun@vh.fo ella á telefon 517220.
Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til: starv@vh.fo. Viðmerk "Lærari til Vinnuháskúlan, maskin” í yvirskriftina. Freistin at søkja starvið er mikudagin 17. mai 2023.
Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.
Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. í skúlanum starvast uml. 50 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo