Lýsing
Velbastaðar skúli søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga sterkum lærarum til skúlaárið 2025/2026.
- Eitt fulltíðarstarv, har undirvíst verður í 1.-6. flokki
- Eitt hálvtíðarstarv, har undirvíst verður í forskúlanum
Starv við setanarbroti 0,5
Søkt verður eftir lærara til forskúlalíknandi tilboð, ið telur 3 næmingar í komandi skúlaári.
Talan er um tíðaravmarkað starv við setanarbroti 0,5.
Arbeiðstíðin í skúlanum er mánadag og týsdag frá 07:30 til 13:00.
Afturat hesum verður talan um fyrireiking og samstarv við foreldur og starvsfelagar.
Samstarv er millum forskúla og innskúlingina.
Starv við setanarbroti 1,0
Velbastaðar skúli søkir eftir lærara, sum kann undirvísa í hesum lærugreinum:
Støddfrøði og føroyskum í 1. flokki.
Svimjing í 1-6 flokki - skal hava staðið ella fara undir lívbjargingarskeið.
Enskum og donskum í miðdeild.
Viðkomandi verður flokslærari í 1. flokki.
Søkt verður eftir lærarum sum:
Sýna næmingunum og undirvísingini eldhuga
Duga væl at samstarva
Síggja foreldur sum ein týdningarmiklan viðspælara í fakligu- og námsfrøðiligu menningini.
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving.
Lesandi, ið vera liðug við læraraútbúgving sína í summar, kunnu eisini á jøvnum fóti søkja starvið.
Skúlin:
Velbastaðar skúli er ein lítil skúli, har námsfrøðiliga- og fakliga menningin hjá hvørjum einstøkum næmingi hevur høga raðfesting.
Skúlin liggur mitt í einari náttúruperlu, sum gevur góðar møguleikar fyri at skipa undirvísing, spæl og annað uttandura.
Umleið 40. næmingar úr forskúla til 6. flokk fara at ganga í Velbastaðar skúla í komandi skúlaári. Fimm lærarar eru í starvi í skúlanum
Løn og setanartreytir
Størvini vera lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag í lønarflokki 18.1 – 29.2.
Setanin er frá 1. august 2025.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. mai.
Viðmerk hvat starv søkt verður um.
Umsóknir skulu sendast til leivur.frederiksen@skulin.fo
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til:
Leiv Frederiksen, skúlastjóra, á telefon 243204