Lýsing
Nú kanst tú gerast partur av einum sterkum toymi!
Vit hjá ILVA IDEmøblum leita eftir einum ágrýtnum og hugagóðum lærlingi.
Um tú...
- hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu
- hevur eyga fyri design og innrætting
- ert fyrikomandi, opin og hevur gott sjálvsálit
- hevur FHS, hægri handilsskúla ella aðra viðkomandi útbúgving
...so ert tú møguliga júst tann, vit leita eftir!
Hjá okkum fært tú:
- eina spennandi og læruríka útbúgving
- virðismiklar arbeiðsroyndir í einum nútímans møblahúsi
- eitt gott arbeiðsumhvørvi og hjálpsamt toymi
- skúlagongd í Føroyum ella Danmark sum part av lærutíðini
Vit leggja stóran dent á góða kundatænastu og inspirerandi upplivingar fyri kundarnar. Tí er týdningarmikið, at tú hevur hug at arbeiða við fólki og skapa góðar upplivingar.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi innan fyri eina vanliga arbeiðsviku.
Hevur tú spurningar? Vend tær til Sandri Færø, handilsleiðara, á tlf. 77 10 10 ella á sandri@ide.fo
Er hettar nakað fyri teg? Send okkum eina umsókn á: sandri@ide.fo
Freistin at søkja er sunnudagin 17. mai.