Lýsing
Almannaverkið leitar eftir einum eldhugaðum og virkisfúsum leiðara, ið skal standa á odda fyri Frítíðarskipanini á Frúutrø og Frítiðarskipanini á Tinghúsvegi. Hesar eru til børn og ung við serligum tørvi.
Um Frítíðarskipanina á Frúutrøð og á Tinghúsvegi
Frítíðarskipanin hevur heimild í grein 40 í Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Endamálið við skipanini er at tryggja børnunum og teimum ungu ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag soleiðis, at tey varðveita og menna sínar persónligu og sosialu førleikar, har tann einstaki er í miðdeplinum.
Frítíðarskipanin er ætlað børnum og ungum í aldrinum 9-18 ár. Endamálið er at geva børnunum og teimum ungu eina mennandi námsfrøðiliga skipan eftir skúlatíð. Dentur verður lagdur á at menna sálarligu, fatanarligu, málsligu og sosialu førleikar teirra, soleiðis at tey betur verða før fyri at virka í felagsskapi og gerast so sjálvstøðug, sum til ber.
Sí lýsing her