Umhvørvisstovan
Útgivið
10. november 2026
Útgongur
29. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært

Lýsing

Starv sum skógrøktari hjá Skógrøkt er leyst at søkja. Talan er um eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi.

Um Skógrøkt
Skógrøkt alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Framleiðslan ber í sær miðvísa aling av sløgum, sum trívast í føroyska veðurlagnum og gagna lívfrøðiliga margfeldinum. Framleiðslan fer í høvuðsheitum fram á Gróðurstøðini í Hoydølum, eins og sølan eisini er har. Skógrøkt hevur harumframt, saman við Skógfriðingarnevndini, umsjón við viðarlundum, sum eru Skógfriðaðar.

Arbeiðsuppgávur

  • At fella, tynna og tilskera føroyskan viðarvøkstur
  • at tryggja, at so nógv sum gjørligt av úrdráttum úr viðarlundunum kemur til høldar

Harafturat eru dagligu arbeiðsuppgávurnar m.a. planting, skráseting, og vørumenning av føroyskum viðarvøkstri. Væntast kann, at aðrar fyrifallandi uppgávur eru partar av starvinum, bæði á Gróðurstøðini og í viðarlundunum, ið Skógrøkt varðar av.

Førleikar
Vit vænta, at tú

  • hevur útbúgving sum gartnari ella gróðursetufólk. Onnur við handverksligari útbúgving ella viðkomandi royndum, eru vælkomin at søkja.
  • hevur koyrikort B
  • ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir

Nógv ferðing er millum viðarlundir í Føroyum í sambandi við starvið, og tí er umráðandi at tann setti kann arbeiða sjálvstøðugt og megnar at leggja arbeiðið til rættis. Tað kann verða ein fyrimunur, um tú dugir at koyra við maskinum og hevur royndir við at fella trøð. Hetta er ikki eitt krav, men tó er umráðandi, at tú ert sinnað/ur at arbeiða við maskinum í sambandi við felling og tynning.

Setan
Starvið verður skjótast gjørligt. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi, og er starvstíðin tí tíðaravmarkað tillagað farloyvistíðarskeiðinum og í mesta lagið eitt ár. Løn og setanartreytir eru sambært Starvsfelagnum. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík, men arbeitt verður í viðarlundunum í Føroyum. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum. Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 29. November 2026. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jónu Lisberg, virkandi deildarleiðara, tlf. 234305.

Søk starvið her

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

2. november 2026
Starvsfólk til Skamtan   Faroe Islands nýtt
2. november 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið