IRF
Útgivið
13. oktober 2025
Útgongur
24. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

IRF søkir eftir einum fakliga sterkum og ágrýtnum leiðara til nýggju panthøllina í Sandavági.
Sum leiðari fært tú ábyrgdina av dagliga rakstrinum og teknisku skipanunum í høllini, og verður tú ein lyklapersónur í menningini av føroysku pantskipanini.

Um panthøllina og nýggju pantskipanina
IRF er í gongd við at seta eina landsfevnandi pantskipan í verk eftir áheitan frá Umhvørvismálaráðnum. Í hesum sambandi verður í løtuni ein nýggj panthøll bygd í Sandavági, sum skal taka ímóti uml. 17 mió. íløtum um árið – bæði úr plasti, glasi og aluminium. Talan er um eina nýhugsandi og burðardygga skipan, sum við tíðini væntast at fevna um enn fleiri íløt.

Panthøllin verður útgjørd við nýmótans móttøkuútgerð og KT-skipanum, og sum frá líður fara væntandi 4–5 starvsfólk at starvast á staðnum. Sum leiðari fært tú ein týðandi leiklut í at reka høllina og tryggja, at arbeiðið fer fram á skilagóðan og tryggan hátt.

Arbeiðsuppgávur
Sum leiðari kemur tú m.a. at:

  • vera við í arbeiðinum at seta upp maskinur og KT-útgerð
  • hava tekniska ábyrgd av maskinum, KT-útgerð og amboðum
  • skipað og leiða arbeiði á staðnum
  • standa fyri og luttaka í dagligum rakstri, viðlíkahaldi og røkt
  • samskifta við veitarar og samstarvsfelagar
  • tryggja at arbeiðið er umhvørvisliga skynsamt fyriskipað
  • taka ímóti og skráseta innkomnar nøgdir av íløtum
  • annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar
Vit vænta, at tú:

  • ert útbúgvin maskinmeistari, framleiðslutøkningur ella hevur aðra viðkomandi tekniska útbúgving
  • dugir væl at samstarva og samskifta, bæði innanhýsis og við uttanhýsis samstarvsfelagar
  • hevur royndir ella kunnleika til umhvørvisstýringskipanir
  • ert ágrýtin, tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt

Vit bjóða tær
Eitt starv spennandi og týdningarmikið starv í einari fyritøku við landsfevnandi virksemi. Tú fært møguleika at vera við frá byrjan og at seta dám á eina nýggja og burðardygga skipan, sum hevur stóran samfelagsligan og umhvørvisligan týdning. Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss har vit errin av okkara starvsfólkum. Starvsfólkahópurin hjá IRF telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvsstaðurin er panthøllin í Sandavági. Starvið verður lønt sambært sáttmála við viðkomandi avvarðandi yrkisfelag.
Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi 24.10.25.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Andrias Joensen, tekniska leiðara, á tlf. 234214 ella Sigurd L. Lamhauge, stjóra, á tlf. 234200.

Søk starvið her: Leiðari til nýggju panthøllina

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdi 36.000 tons av burturkasti, harav 8.700 tons vórðu endurvunnin og 3.600 tons vórðu tyrvd.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í áhaldandi arbeiðinum at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á her.

Søk
Umsókn verður send sum teldupost til arbeiðsgevaran og avrit til starvsportal.fo
Legg fíla her leita lokalt...
Avrit av skjølum vera handliga strika í teldupostum hv. 3. mðr.
Persóndáta og GDPR
    Vit viðra og verja um tygara persónsdáta   Les meir her
    Captcha

    Líknandi størv

    Umbið Persónliga Fráboðan

    Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

    T-post Fráboðan

    T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

     

    Persónligi RSS Føðari

    Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
    Umbið

    Are you sure you want to delete this file?
    /