Útgivið
19. maj 2021
Útgongur
9. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

LESTRARVEGLEIÐARI TIL FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA (farloyvisstarv)

Spennandi farloyvisstarv sum lestrarvegleiðari á Námsvísindadeildini er leyst at søkja.

Um starvið
Fremsta uppgávan hjá vegleiðaranum er, saman við vegleiðaratoyminum, at vegleiða og virka fyri trivnaði millum lesandi – bæði í bólki og sum einstaklingar og at virka fyri at lesandi fullføra útbúgvingina til ásett áramál.

Høvuðsuppgávur

  • Vegleiða í persónligum viðurskiftum sum hava samband við lesturin
  • Luttaka í menningini av lestrarumstøðunum á Setrinum og at taka lut í átøkum at fyribyrja fráfalli
  • Leggja til rættis og fremja læristuðlandi tiltøk til lesandi
  • Luttaka í arbeiðinum at upplýsa og kunna um útbúgvingar

Um teg
Vit vænta, at tú hevur hægri útbúgving í vegleiðing og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir á universitetsøkinum. Vit  vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri menniskjum og trivnaðarmálum
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samskipa arbeiðsuppgávur
  • Ert opin og uppsøkjandi
  • Hevur góð innlivingarevni
  • Ert tolin og fleksibul
  • Hevur námsfrøðiligar førleikar
  • Hevur vitan um og innlit í útbúgvingarskipanir í Føroyum og aðrastaðni
  • Hevur vitan um og áhuga fyri føroyskum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum
  • Hevur góðan munnligan og skrivligan málkunnleika, serliga í føroyskum og enskum máli

Umsókn, freist og samband
Starvið er fulltíðarstarv fyri starvsfólk, ið er í farloyvi. Starvstíðin er 1 ár. Starvið verður sett í samsvari við reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2021 og skulu sendast til umsokn@setur.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt og fram til 1. august 2022.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Erlu Olsen, dekan, á tel. 299433 ella ErlaO@setur.fo fyri at fáa meiri at vita um starvið.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.

 Les meira um Setrið á www.setur.fo.

 

Líknandi størv

Starvsfólk til Touché   Faroe Islands nýtt
30. april 2026
Lærarar til Miðnám í Suðuroy   Faroe Islands nýtt
30. april 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið