Brúkaraumboðið
Útgivið
21. august 2026
Útgongur
8. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lestrarstarv

Lýsing

Brúkaraumboðið søkir eftir einum løgfrøðilesandi at byrja 1. oktober 2026 ella sambært nærri avtalu.

Um starvið
Í lestrarstarvi á Brúkaraumboðnum kemur tú í høvuðsheitum at arbeiða við løgfrøðiligum uppgávum, sum viðvíkja marknaðarføringslógini, gjaldslógini og aðrari brúkaraverjulóggávu

Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • At vegleiða borgarar og vinnurekandi um góðan marknaðarføringssið og um galdandi reglur á økinum
  • At skriva tíðindi, vegleiðingar og leiðreglur til heimasíðuna o.a.
  • At veita løgfrøðiligar metingar í sambandi við málsviðgerð
  • At arbeiða við lógarbroytingum
  • At luttaka í norðurlendskum arbeiðsbólkum
  • At røkja vanligt skrivstovuarbeiði og loysa ad hoc uppgávur

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og mennandi lestrarstarv, við fakligari menning í fokus.

Førleikar
Vit vænta at tú:

  • Ert løgfrøðilesandi
  • Ert fakliga væl fyri og hevur áhuga fyri lóggávu innan marknaðarføring og brúkaraverju
  • Ert skipað/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert fyrikomandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevni
  • Dugir væl at samskifta á skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum

Setanartreytir
Tú verður sett/ur sum tímaløntur, har vit vænta at tú kanst arbeiða í miðal umleið 12 tímar um vikuna, við møguleika fyri at arbeiða meira til tíðir. Tann lesandi kann, í sambandi við próvtøkur o.a. avtala nærri um broytta arbeiðstíð. Løn er eftir sáttmála við Starvsfelagið ella Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Starvsstaðurin er á Brúkaraumboðnum, Skálatrøð 20, Tórshavn. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknarfreistin er 8. september 2026. Umsókn, lívsrensl, prógv v.m. skulu sendast til rso@bruk.fo. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Sólheim, stjóra á tlf. 558000.

Um Brúkaraumboðið
Brúkaraumboðið er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur eftirlit við, at lóg um marknaðarføring og partar av gjaldslógini verða hildnar. Sí nærri á www.bruk.fo

Líknandi størv

Fíggjarfulltrúi til Nám   Faroe Islands nýtt
21. august 2026
Dugir tú at fáa tøl at tala?   Faroe Islands nýtt
21. august 2026
Lærlingur til Handverkarabúðina   Faroe Islands nýtt
21. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið