Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
18. august 2026
Útgongur
30. august 2026
Staður
Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Tekniskadeild hjá Klaksvíkar kommunu søkir eftir dugnaligum málsviðgera til eitt spennandi og avbjóðandi starv á umhvørvisøkinum.

Hevur tú hug at arbeiða á umhvørvisøkinum, og gera tína ávirkan galdandi saman við dugnaligum starvsfólkum í umsitingini, so er hetta møguliga rætta starvið til tín, har nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur liggja fyri framman.

Tekniska deild hevur ábyrgd av byggi- og býarskipan og byggimálsviðgerð, har umhvørvi og tilbúgving eisini eru ein natúrligur partur av arbeiðsøkinum. Harumframt hevur tekniska deild til uppgávu at umsita vegir, fríðkan, vatn, ljós, kloakkir og matrikulering við atliti at jørð, útstykkingum og grundstykkjum.

Klaksvíkar kommuna arbeiðir fram ímóti eini grønari framtíð, har býarmenning og umhvørvis atlit ganga hond í hond. Til hetta hava vit brúk fyri einum dugnaligum starvsfólki sum brennur fyri økinum. Tú verður fakligur ábyrgdari av umhvørvismálum og kemur at umsita og arbeiða við lógarbundnum uppgávum og arbeiða miðvíst og strategiskt við umhvørvismenning í kommununi.

Vit ímynda okkum, at tú hevur góðar málførleikar í skrift og talu, at tú dugur at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og saman við øðrum, og so er týdningarmikið at tú ert opin og fyrikomandi í tíni atferð, og hevur góð samstarvsevni. Tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving, t.d innan lív-, evnafrøði ella umhvørvisvísindi

sí lýsing her

Líknandi størv

Ritstjóri til Nám   Faroe Islands nýtt
21. august 2026
Fíggjarfulltrúi til Nám   Faroe Islands nýtt
21. august 2026
21. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið