P/F ArtiCon
Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag?
Vegna vaksandi virksemi sóknast vit eftir einum maskintøkningi til verkstað okkara á Hjalla at byrja skjótast gjørligt.
Á verkstaðnum eru nógvar spennandi og fjølbroyttar uppgávur at loysa. Virksemið á verkstaðnum umfatar fylgjandi:
- Stálverkstaður við bæði smærri eins og størri uppgávum
- Mekaniskur verkstaður, ið tekur sær av viðlíkahaldi og bráðfeingisumvælingum á serliga entreprenør maskinur, arbeiðslyftir v.m.
- Lastbilaverkstaður
- Persónbilaverkstaður
- Eisini hava vit vælútgjørdar rullandi eindir, ið koyra runt í landinum at viðlíkahalda og umvæla bráðfeingisbrek á staðnum