Bakkafrost
Útgivið
13. maj 2026
Útgongur
25. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Motorkønur dekkari til “Bakkabrúgv”

Vit søkja eftir motorkønum dekkara til tvíkiljuna “Bakkabrúgv”, sum vaskar nótir á alibrúkum okkara kring oyggjarnar. “Bakkabrúgv” er tvíkilja frá 2020, sum er umbygd til nótavask, og hevur fingið ísettar tveir ROV-nótavaskarar, sum verða koyrdir frá tveimum stýrisstólum á brúnni. Tvíkiljan er 137BT og hevur eina framtøkumegi á 602KW. Hon hevur tveir framdriftsmotorar og tveir generatorar, sum dríva pumpurnar til nótavaskararnar.

Vangamynd

  • Tú hevur royndir við at passa og viðlíkahalda maskinarí
  • Tú ert ikki bangin fyri at taka fatt, og ert væl skipað/ur
  • Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar
  • Tú hevur galdandi heilsuprógv og trygarskeið

Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarstjóra, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið her

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 25-05-2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.

www.bakkafrost.com

Líknandi størv

13. maj 2026
13. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið