Nes Kommuna
Útgivið
28. juni 2024
Útgongur
11. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Frítíðarskúlin og Samspírin eru tilboð ávikavíst eftir skúlatíð fyri skúlabørn, sum ganga í 1. og 2. flokki, og skúlabólkur fyri børn frá 6-7 ár.

Stovnurin er á Brekkukletti á Toftum, tætt við stadionøkið og tætt við Toftavatn, sum gevur ríkar møguleikar fyri at verða úti í náttúruni. Á stovninum eru uml. 70 børn. Vit brenna fyri at bjóða børnunum ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg.

Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar, harímillum teir sosialu, og persónligu førleikarnar. Skúlabólkurin arbeiðir eftir ætlanini “Jól til Jól”.

Nes kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan/Samspíran eftir:

  • Tveir námsfrøðingar ella hjálparfólk til tíðaravmarkað starv frá 15. august 2024 til 01. juli 2026. Arbeiðstíðin er 24 tímar um vikuna.
  • Einum námsfrøðingur ella hjálparfólk í farloyvisstarv frá 15. august 2024 til 01. juli 2025. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Møguleika fyri persónligari menning
  • Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Setanarviðurskifti 
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara á tlf. 448786/565023.

Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. juli 2024. Umsóknirnar verða at senda til nes@nes.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið