Lýsing
Mowi søkir eftir einum røktara til smoltstøðina á Hellunum.
Dámar tær at hava ein fjølbroyttan arbeiðsdag, har tú bæði brúkar hendurnar og høvdið? Hevur tú áhuga fyri fiski, tøkni og framleiðslu – ella ert tú bara forvitin eftir at royna nakað nýtt? So hava vit kanska rætta starvið til tín.
Hvat fert tú at gera?
Tú verður ein partur av einum toymi, sum hvønn dag arbeiðir fyri at tryggja, at laksurin fær bestu umstøður at vaksa í. Tú fært møguleika at fylgja laksinum allan vegin frá rogn til smolt, sum er klárt at seta á sjógv.
Tín arbeiðsdagur er fjølbroyttur, og uppgávurnar fevna millum annað um:
· Dagliga røkt og fóðring av laksi
· Koppseting og kanningar av fiski og vatni
· Talgildar skrásetingar
· Samstarv við starvsfelagar um at tryggja góða fiskavælferð
Hvør ert tú?
Tær nýtist ikki at duga alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at læra. Tú ert álítandi, hevur hug at taka ábyrgd og dámar væl at arbeiða saman við øðrum. Tú ert forvitin, hevur hug at læra nakað nýtt, og trívist í einum praktiskum og fjølbroyttum arbeiðsdegi.
Hvat kunnu vit bjóða tær?
· Eitt fjølbroytt starv, við spennandi uppgávum
· Góðar starvsfelagar, sum hjálpa hvørjum øðrum
· Møguleika at læra og menna tínar førleikar
· Eitt starv í einari altjóða fyritøku innan aling
Arbeiðisstaðurin er á Hellunum, og arbeiðstíðin er vanliga frá 8-16. Tú verður eisini partur av eini vaktarskipan. Lønin verður ásett eftir avtalu.
Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Regin Arge, formannin, á telefon 791053.
Umsóknir skulu sendast til starv.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 20. november.
—
Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.