Lýsing
Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr góða tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg!
Vit sóknast eftir tænarum til okkara livandi matstovu at byrja skjótast gjørligt.
Vit bjóða
Eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag. Tú verður partur av einum toymi við dugnaligum tænarum, har møguleiki er at læra og mennast. Tú fært góða upplæring og fittar og dugnaligar starvsfelagar. Starvið hóskar væl við síðunar av lesnaði.
Vit vænta, at tú
- trívist væl millum fólk og hevur eitt smílandi lyndi, eisini tá nógv er at gera
- ert 18 ár ella eldri, tí tú skalt borðreiða rúsdrekka
Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum. Freistin at søkja starvið er 6. september 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Meira fæst at vita um starvið, við at seta teg í samband við Pernille Nielsen, matstovuleiðara á tel. 233148